17. september
dagfesting
<< | september 2024 | >> | ||||
Má | Tý | Mi | Hó | Fr | Le | Su |
1 | ||||||
2 | 3 | 4 | 5 | 6 | 7 | 8 |
9 | 10 | 11 | 12 | 13 | 14 | 15 |
16 | 17 | 18 | 19 | 20 | 21 | 22 |
23 | 24 | 25 | 26 | 27 | 28 | 29 |
30 | ||||||
MMXXIV |
17. september er dagur 260 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 261 um skotár er). 105 dagar eru eftir av árinum.
Dagurin eitur Lambertus. Lambertus var biskupur í Maastricht í Hálandi. Varð dripin av aðalsmonnum, tí at hann setti at teimum fyri ólevnað.[1]
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs og Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens verða handaðar henda dagin ella fáar dagar áðrenn ella aftaná. 17. september er dagurin, tá M.A. Jacobsen, ið virðislønirnar eru uppkallaðar eftir, varð føddur.
Hendingar
rætta- 1787 - Tað var hendan dagin í 1787, at amerikanska grundlógin varð undirskrivað í Philadelphia í Pennsylvania, USA.
- 1939 - Sovjetsamveldið ger innrás í Pólland.
- 1957 - Malaysia fer uppí Sameindu tjóðir.
- 1974 – Bangladesj, Grenada og Guinea-Bissau fara uppí Sameindu tjóðir.
- 1978 - Camp David friðaravtalan verður undirskrivað millum Ísrael og Egyptaland
- 1983 - Perlan í Vágsbotni varð tikin niður.
Føðingar
rætta- 1891 - Mads Andreas Jacobsen, føroyskur rithøvundur (d. 1944).
- 1923 - Hank Williams, amerikanskur countrysangari (d. 1953).
- 1931 - Anne Bancroft, amerikonsk sjonleikarinna (d. 2005).
- 1935 - Ken Kesey, amerikanskur rithovundur (d. 2001).
- 1962 - Baz Luhrmann, avstralskur sjonleikari og leikstjori.
- 1967 - Anne Louise Hassing, danskur sjónleikari, kend frá eitt nú Krøniken.
- 1968 - Anastacia, amerikonsk songkvinna.
Andlát
rætta- 1931 - Sigert O. Patursson, føroyskur ævintýrari (f. 1869)
- 1948 - Svenski greivin og offiserurin, Folke Bernadotte, verður myrdur.
- 2014 - Marianne Clausen, danskur tónleikafrøðingur (f. 1947)
Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember |
- ↑ Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008