Eitt mál kann sigast at vera ein kota hjá tjóðum og fólkum til at senda boðskap við. Menniskju brúka málið til at samskifta við hvønn annan, fyrst og fremst við talu men eisini á skrivt ella við teknum. Málið er sett saman av orðum, og hvørt orðið hevur ávísa merking. Í øllum heiminum eru um 6-7000 mál. Føroyskt er eitt av heimsins minstu málum av talaðum málum. Nógv smá mál kring heimin verða ikki talaði longur.

Mál er neyðugt amboð í politiskum, fíggjarligum og mentanarligum virksemi; alt meir sum eitthvørt tjóðmál breiðir seg, alt meir økist sostatt veldið og ávirkanin hjá tjóðini. Nú royna Stóra Bretland og USA at víðka nýtsluna av enskum, og hetta fær ikki verið uttan samband við royndina at víðka teirra megi og ávirkan. Sagt verður, at franskir myndugleikar stúra fyri, hvussu tað gongur aftur á hondina við tí franska málinum. Hetta er, tá ið samanum kemur, ikki bert eitt málsligt vandamál, men rakar eisini franskt vald og franska ávirkan á heimsins leikpalli.

Málvísindini verða nevnd málfrøði. Summir málfrøðingar vilja vera við, at um eini 100 ár eru helmingurin av teimum o.u. 6000 tungumálunum, ið eftir liva í heiminum, deyð. Og tað er ikki bert málini, ið doyggja; eisini øll tann fjølbroytta mentan, ið livir og er treytað av einum máli, doyr við tí. Vandin er tann, at málið hjá teimum, ið politiska og fíggjarliga valdið hava, trokar seg inn á málið hjá teimum minni mentu, ikki tí at tað málsliga er nakað betri, men stutt sagt tí at tað umboðar vald. Í samskifti, har ið luttakararnir hava ymisk móðurmál, men allir bert nýta eitt teirra, er valdið lagt í hendurnar á tí, sum hevur hetta málið til móðurmál; men trupulleikarnir, ið standast av málsligum smámunum og vantandi kunnleika í samskiftismálinum eru latnir teimum, sum ikki hava hetta samskiftismálið til móðurmál. Harafturat verður við "heimsmálum" ikki bert framt málslig, men við lít eisini mentanarlig kúgan.

Málið hevur tvær funksjónir:

  • Innihald (tað, mann faktiskt sigur) - samskiftisfunksjón
  • Samskiftisháttur (mátin, mann sigur tað uppá) - identitetskapandi funksjón

Hesar báðar funksjónir hava tvær mótstríðandi avleiðingar: Samskiftisfunksjónin hevur við sær at tað verður meiri standardisera og eins, meðan identitetsfunksjónin hevur við sær fjølbroytni og variasjón.

Tá mann sendir boðskap við máli, so er tað grundleggjandi fýra endamál:

  • Indikativ Leggja fram. At úttala seg um naka veruligt í heiminum
  • Imperativ Geva ordra. At heimurin skal verða, sum eg sigi
  • Interrogativ Spurningar. At finna út av, hvussu heimurin í veruleikanum er
  • Optativ Ynskir. At ímynda sær nakað óveruligt um heimin

Í málinum er vanligt at skilja í millum týdningin av orðum

  • Prototypisk umboð fyri kategoriir. Dømi; at ganga. Annað dømi; ein bók
  • Hypernym liggur omanfyri prototypir. Dømi; at flyta seg. Annað dømi; lesitilfar
  • Hyponym meiri neyv definisjón. Dømi; at halta. Annað dømi; ein orðabók

Tá mann greiðir mál, býtur mann málið upp í:

  • Fonetik verulig lýsing av orðaljóðum. Akustisk ljóð
  • Fonologi tað minsta elementið, sum kann broyta týdningin av orðinum
  • Morfologi tað minsta elementið í málinum, sum hevur ein týdning. Dømi; maðurin. maður - in (rót - bundið)
  • Syntaks reglur fyri hvussu man ger ein setning. Reglur í málinum
  • Semantik læran um týdningin av málinum, hvussu mann skipar vitanina um heimin
  • Pragmatik hvussu mann nýtir málið. Tulkingar og týdningar, sum mállæran einsmøll ikki kann greiða frá. Dømi; Um mann spyr "Hevur tú ur?" So er tað ófólkaligt at svara "ja", sjálvt um mállæran sigur at tað skal mann. Rætta svarið uppá spurningin er jú at fortelja spyrjaran, hvat klokkan í veruleikanum er.

Málið skal; vera passandi, hava gjøgnumskygni, fella væl og vera rætt. Málið ger, at fólk í felag geva sær far um, tað sum tosað verur um, og at fólk kunnu samskifta um hvat sum helst; bæðið veruligt og óveruligt, í og uttanfyri støðuna, tey sjálvi eru í.

Vit kunnu gera vart við okkum, við tí samma málsliga mynstri men við ymiskum ljóðum - accent. Hvørja dialekt mann nýtir, veldst um hvagani mann er, men eisini hvussu vil vera viðgjørdur av móttakaranum. Harafturat veldst tað um evni, samskiftismiðil, og hvat mann væntar av málinum.

Eitt, sum verður nógv nýtt í málinun uttan at mann ger sær far um tað, er metonymi. Tað er, tá mann nýtir eitt orð, men orðið merkir meiri, enn grundtýdningurin. Dømi: "Hann gongur á Hoydølum." Hoydalar í hesum døminum merkir studentaskúlin, sum liggur í Hoydølum. Annað dømi: "Halldor Laxness liggur á hylluni." Tað er ikki persónurin, sum liggur á hylluni, men ein bók, har hann er rithøvundur til, sum liggur á hylluni.

Sosial dimensjón

rætta

Mann varierar hvat mál og dialekt mann nýtir, alt eftir hvør tað er, mann tosar við. Her sipast til individualisering og fløktar sosialar identitetir. Sosialur status ger av hvussu rætt orðini mann nýtir eru. Verða orð nýtt, sum vera nýtt av fólkum av høgum sosialum statusi, so verða hesu orð góðtikin og sæð sum at vera røtt. Tað vil siga, í hesum sammanhengi snýr tað seg ikki um at tey røttu orðini vera vald útfrá innlitið, men meiri av tilvild. So sjálvsmyndin ella identiturin, sum mann ger av sær sjálvum gjøgnum málið, ikki kann koma fyri uttan so, at mann samanber og metir um sosialar bólkar.

Útlendsk ávirkan

rætta

Málið verður eisini ávirka av útlandinum. Hvussu mann sær uppá aðrar tjóðir og mentanir hevur nógv at gera við makt og dominans. Tey mál, sum mann sær upp til, lænir mann orð og hættir frá. Til dømis íslendskt hevur havt eina ávirkan á føroyskt.

Sapir-Whorf hypotesan

rætta

Í 1929 komu granskarar framm eini hypotesu, sum er uppkallað eftir teimum, sum sigur at fólk eru avmarkaði, tá tað snýr seg um, hvat tey kunnu hugsa, alt eftir hvat mál tey nýta. Tað er ógjørligt at hugsa tankar sum málið ikki loyvir. Málið er sum ein ramma, har hugsaðu tankarnir ikki kunnu fara út um. Vísindin er ikki komin til nakað endaligt svar um hetta.

Í vanligari talu verður hugtakið mál nýtt á ymsan hátt

rætta

Støðishugtøk

rætta

10 tey størstu málini í heiminum

rætta
  1. Mandarinkinverskt mál, (836 mill.)
  2. Hindu/urdu (333 mill.)
  3. Spanskt (332 mill.)
  4. Enskt (322 mill.)
  5. Bengali (189 mill.)
  6. Arabiskt (186 mill.)
  7. Russiskt (170 mill.)
  8. Brasilskt/portugisiskt (170 mill.)
  9. Japanskt (125 mill.)
  10. Týskt (98 mill.)
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið