Eurovision Song Contest 2014
Eurovision Song Contest 2014 var tann 59. árliga evropeiska sangkappingin, sum á enskum nevnist Eurovision Song Contest, í Føroyum eisini kent sum Melodi Grand Prix. Kappingin var hildin í Keypmannahavn, Danmark, eftir at Emmelie de Forest vann kappingina í 2013 við sanginum "Only Teardrops". Í 2014 var tað triðju ferð, at Danmark fyriskipaði kappingina, hinar báðar ferðirnar vóru í 1964 og 2001. Hálvfinalurnar vóru hildnar 6. og 8. mai, meðan sjálv finalan varð hildin hin 10. mai. Føroyingurin Per Zachariassen stóð við høvuðsábyrgdini fyri framleiðsluni av sjónvarpssendingini hjá Eurovision Song Contest 2014.[7]
Eurovision Song Contest 2014 #JoinUs | ||||
---|---|---|---|---|
Dagar | ||||
Hálv-finala 1 dato | 6 mai 2014 | |||
Hálv-finala 2 dato | 8. mai 2014 | |||
Finala dato | 10 mai 2014 | |||
Vertur | ||||
Konsertsalur | B&W Hallerne, Keypmannahavn, Danmark | |||
Vertur(ir) | ||||
Høvuðsstjóri | Jon Ola Sand | |||
Høvuðsframleiðari | Pernille Gaardbo | |||
Vertskringvarp | DR | |||
Byrjunarframførsla |
| |||
Pausuframførsla |
| |||
Luttakarar | ||||
Tal av tilmeldingum | 37 | |||
Nýggj luttakaralond | Ongin | |||
Afturkomandi lond | ||||
Avboð lond | ||||
| ||||
Atkvøður | ||||
Atkvøðu skipan | Hvørt land gav 12, 10, 8–1 stig til teirra 10 best umtóktu sangir. | |||
Vinnarasangur | ||||
Eurovision Song Contest | ||||
|
37 lond luttóku, tað var tað lægsta tal av luttakaralondum síðan 2004. Pallurin, ið var bygdur at 120 terning-formaðum modulum við projektsjónsfoliu, var 35 metrar breiður og 20 metrar høgur við catwalks, ið strektu seg 16 metrar út í rúmið. Aftanfyri pallin stóð ein 100 metrar langur og 13 metrar høgur veggur av ljósi og LED. Pallgólvið hevði eina 13 x 13 metra interaktiva LED-flatu, ið allan vegin runt hevði eitt kar av 40m3 vatni.
Vertirnir vóru Lise Rønne, Pilou Asbæk og Nikolaj Koppel, og harvið var tað fyrstu ferð í søguni, at Eurovision hevði tríggir vertir, sum vóru tveir menn og ein kvinna. Vinnarin av kappingini gjørdist Eysturríki við 290 stigum, síðan komu Niðurlond við 238 stigum og Svøríki gjørdist nummar trý við 218 stigum.
Luttakarar og vinnarar
rættaLond sum tóku seg úr kappingini
rætta- Bulgaria ætlaði fyrst at luttaka, men hin 22. november 2013 váttaði tjóðarkanalin BNT, at tey taka seg úr kappingini.
- Kýpros tekur seg úr kappingini, eftir at CYBC hevur búskaparligar trupulleikar. Hetta varð vátta hin 3. oktober 2013.
- Serbia - 22. november 2013 váttaði RTS, at Serbia ikki kemur at luttaka í Keypmannahavn.
- Kroatia - HRT váttaði hin 19.september 2013, at Kroatia tekur seg úr kappingini.
Londini ið hava tikið seg úr kappingini hava øll havt búskaparligir trupulleikar at stríðast við, og tað var høvuðsorsøkin til at hesi londini ikki luttaka í 2014.
Land sum komu aftur
rætta- Portugal - Hin 7. november 2013 váttaði RTP, at Portugal kemur at luttaka í 2014, eftir ein eitt-ára langan støðg.
- Pólland - Hin 5. desember 2013 váttaði TVP, at Pólland kemur at luttaka í 2014, eftir ein tvey-ára langan støðg.
Afturvendandi artistar
rætta- San Marino - Valentina Monetta kom aftur, eftir at hava umboðað San Marino bæði í 2012 og í 2013.
- Makedónia - Tamara Todevska, sum umboðaði Makedonia í 2008 í Serbia, var bakgrundsvokalistur fyri Tijana Dapčević í 2014. Tijana er systir Tamaru.
- Rumenia - Paula Seiling og Ovi vóru aftur sum umboð fyri Rumenia í 2014, eftir at tey endaði á einum triðjaplássi í Oslo 2010.
Hálvfinalur
rættaHálvfinala 1
rættaDanmark, Frakland og Spania atkvøddu í fyrru hálvfinaluni.
Hálvfinala 2
rættaItalia, Stórabretland og Týskland atkvøddu í seinnu hálvfinaluni.
Finalan
rættaKeldur
rætta- ↑ Bache, Mikkel (20 April 2014). "Mike Sheridan laver musik til Eurovision: Jeg tror, jeg har ramt den [Mike Sheridan make music to Eurovision: I think I've hit it]" (in Danish). DR. http://www.dr.dk/melodigrandprix/Nyheder/2014/04/17143831.htm. Heintað 5 May 2014.
- ↑ 2.0 2.1 Leon, Jakov Isak (5 May 2014). "[Day 8 First Dress Rehearsal at the B&W Hallerne #JoinUs"]. European Broadcasting Union. http://www.eurovision.tv/page/news?id=live_day_8_at_the_bandw_hallerne_joinus. Heintað 5 May 2014.
- ↑ Vincent, Peter (9 May 2014). "Jessica Mauboy performs at Eurovision Song Contest". The Sydney Morning Herald. http://www.smh.com.au/entertainment/music/jessica-mauboy-performs-at-eurovision-song-contest-20140509-zr78z.html. Heintað 9 May 2014.
- ↑ Storvik-Green, Simon (7 February 2014). "Emmelie to sing #JoinUs song with finalists". European Broadcasting Union. http://www.eurovision.tv/page/news?id=emmelie_to_sing_joinus_song_with_finalists. Heintað 7 February 2014.
- ↑ Mulhall, Garrett (24 May 2014). "Watch The Missing Eurovision 2014 Final Interval Act Here". Eurovision Ireland. http://eurovisionireland.net/2014/05/24/watch-the-missing-eurovision-2014-final-interval-act-here/. Heintað 24 May 2014.
- ↑ Leon, Jakov Isak (7 May 2014). "[LIVE One more Dress Rehearsal at the B&W Hallerne! #JoinUs!"]. European Broadcasting Union. http://www.eurovision.tv/page/news?id=live_day_10_at_the_bandw_hallerne_joinus. Heintað 7 May 2014.
- ↑ Eurovision.tv, DR brings star producer home for Eurovision