Tjernobyl vanlukkan
Ólukkan á kjarnorkuverkinum í Tjernobyl hendi leygardagin 26. apríl í 1986. Býurin er í Norðurukreina, tætt at markinum til Hvítarusslands og í nánd av býnum Prypiat. Ukreina var tá lýðveldi í táverandi Sovjetsamveldinum. Ólukkan, ið verður roknað sum heimsins versta kjarnorkuólukka, hevði við sær, at Reaktorur IV sprongdist, og tá hann ikki var bjálvaður - við tjúkkum betongi ella øðrum geislatálmandi tilfari, um ólag skuldi hent - hevði sprongingin við sær, at skýggj við geislavirknum avfalli fóru út í rúmdina.
Við vindi og avfalli spjaddist hetta útlátið yvir partar av Vestursovjetsamveldi, Evropa, Norðurlond og heilt til eystara part av Amerika. Stórir partar av Hvítarusslandi, Russlandi og Ukreina vórðu illa dálkaðir og 336 000 fólk máttu flytast burtur og hýsast aðrar staðir. Mongdina og um hvussu stórt øki, geislavirkið avfall spjaddist, valdar ivi um. Sambært eini sveisiskari frágreiðing, endaði 60 % av avfallinum í Hvítarusslandi, meðan grønir flokkar og umhvørvisfelagsskapir í Evropa vilja vera við, at helmingurin av avfallinum endaði uttan fyri tey trý fyrrverandi Sovjetlýðveldini.