Hanstholm er ein býur í Thisted kommunu í Región Norðurjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 2.157 fólk (2014). Til 2. oktober 2010 var Hanstholm Havn atløgubryggjan hjá Norrønu í Danmark, síðan tá hevur Norrøna siglt til Hirtshals í staðin. Ongin tokstøð er í Hanstholm.[1]

Havnin í Hanstholm

Undir seinna heimsbardaga vóru bunkarir bygdir á strondini í Hirtshals og kanónir vóru settar upp. Nakað av hesum sæst enn. Olsen-Banden filmurin Olsen-banden i Jylland er lutvíst upptikin har.

Gongdin í fólkatalinum

rætta
 
Kort yvir Hanstholm
Ár Tal av bústaðum Tal av íbúgvum
1916 62 295
1921 - 320
1925 - 661
1930 161 671
1935 184 726
1940 - 779
1976 - 2339
1981 - 2490
1986 - 2571
1989 - 2624
1996 - 2626
2000 - 2426
2004 - 2363
2008 - 2383
2012 - 2276

Keldur

rætta
  1. "Bws.dk, Norröna til Hirtshals". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-07. https://web.archive.org/web/20160307023245/http://www.bws.dk/nyheder--presse/nyhedsarkiv/2010/september/norroena-til-hirtshals.aspx. Heintað 2014-04-19. 


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið