EM í svimjing á stuttgeil 2013
Evropameistarastevna í svimjing á stuttgeil varð hildin í Herning í Danmark í døgunum 12. til 15. desember 2013. Føroyar hevði 7 svimjarar við: Pál Joensen, Birita Debes, Eyðbjørn Joensen, Óli Mortensen, Guðrun Mortensen, Astrið Foldarskarð og Alvi Hjelm. Føroyingurin Magnus Jákupsson luttók eisini, tó undir donskum flaggi. Tað eydnaðist Føroyum at koma á heiðursmerkjatalvuna, tá Pál Joensen vann eitt silvurheiðursmerki í 1500 metrum frí. Ongin av hinum føroysku svimjarunum megnaðu at koma í nakra finalu, men fleiri av teimum settu persónlig met. Magnus Jákupsson gjørdist nummar 13 í 50 metrar rygg og setti nýtt danskt met saman við einum øðrum donskum svimjara. Føroyar endaði á einum deildum 17. plássi saman við Ísrael. Danmark gjørdist nummar fýra og Svøríki nummar fimm. Noreg, Finnland og Ísland vunnu onki heiðursmerki.
Yvirlit yvir heiðursmerkjabýti, eftir londum
[rætta | rætta wikitekst]Danmark var vertstjóð, tað er markerað við ljóslilla.
Plasering | Tjóð | Gull | Silvur | Bronsa | Tilsamans |
1 | Russland | 8 | 4 | 3 | 15 |
2 | Ungarn | 5 | 3 | 2 | 10 |
3 | Spania | 4 | 0 | 0 | 4 |
4 | Danmark | 2 | 5 | 2 | 9 |
5 | Svøríki | 2 | 4 | 2 | 8 |
6 | Frakland | 2 | 3 | 1 | 6 |
7 | Litava | 2 | 1 | 0 | 3 |
8 | Niðurlond | 2 | 0 | 4 | 6 |
9 | Ukraina | 2 | 0 | 2 | 4 |
10 | Italia | 1 | 5 | 6 | 12 |
11 | Týskland | 1 | 5 | 4 | 10 |
12 | Kekkia | 1 | 2 | 1 | 4 |
13 | Pólland | 1 | 2 | 0 | 3 |
14 | Serbia | 1 | 0 | 1 | 2 |
Slovenia | 1 | 0 | 1 | 2 | |
16 | Stóra Bretland | 0 | 3 | 5 | 8 |
17 | Føroyar | 0 | 1 | 0 | 1 |
Ísrael | 0 | 1 | 0 | 1 | |
19 | Hvítarussland | 0 | 0 | 4 | 4 |
20 | Belgia | 0 | 0 | 1 | 1 |
Írland | 0 | 0 | 1 | 1 | |
Portugal | 0 | 0 | 1 | 1 | |
Tilsamans | 40 | 40 | 42 | 122 |
---|
Yvirlit yvir heiðursmerkjabýti fyri hvørja kapping
[rætta | rætta wikitekst]Menn
[rætta | rætta wikitekst]Legend: HM - Heimsmet; WBT - World best time; ER - Evropiskt met; CR - Meistaraskapsmet
Kvinnur
[rætta | rætta wikitekst]Legend: WR - Heimsmet; WBT - Heimsins besta tíð; ER - Evropiskt met; CR - Meistaraskapsmet