Guantánamo
Uppskot er sett fram um at hendan greinin verður flætta saman við [[::Guantánamo fangalegan|Guantánamo fangalegan]]. (Kjak) |
Guantánamo er fangalegur á Kuba. Guantánamoflógvin hevur serligan leiklut og verður stýrdur av amerikonsku verjuni. Í 2009 lovaði amerikanski forsetin Barack Obama at lata Guantánamo-fangaleguna aftur [1]. Í 2011 boðaði forsetin frá, at hann nú tvørturímóti ætlar at fáa sett í gildi eina skipan, sum ger tað møguligt at hava fangar sitandi í Guantánamo í óavmarkaða tíð [2]. Samstundis hevur amerikanka stjórnin boðað frá, at hon fer at seta fleiri hernðardómstólar - eisini á Guantánamo. Amerikanska fólkið er ósamt í spurninginum, hvørt Guantánamo-fangalegan eigur at latast aftur. Meðan summi finnast at viðurskiftunum, eru onnur, ið stúra fyri, hvar fangarnir so skulu sita.
Talan er um fangar, ið verða roknaðir sum hóttan ímóti USA og altjóða trygd, men sum ikki kunnu dømast orsakað av vantandi próvgrundum ella av ófullfíggjaðum avhoyringum. Tað var aftaná terrorálopið í New York 11. september 2001, at táverandi forsetin George W. Bush gav loyvi til, at Guantanamo Bay varð brúktur til millum annað at avhoyra fólk, ið vóru undir illgruna fyri at vera partur av al-Qaeda, og at varðhaldsfongsla tey. Tá Barack Obama tók yvir fyri Bush var talið av fangum í Guantanamo Bay uml. 220.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Archive copy". http://articles.cnn.com/2009-01-22/politics/guantanamo.order_1_detention-guantanamo-bay-torture?_s=PM:POLITICS. Heintað 2011-03-15.
- ↑ "Archive copy". http://news.yahoo.com/s/ap/20110307/ap_on_re_us/us_obama_guantanamo. Heintað 2011-03-09.