Keltar
Keltar búðu í Evropa um 500 f.Kr. Keltar búsettu seg, sum tíðin leið, víða um í Evropa. Um 200 f.Kr. búsettu teir seg eisini í Lítlaásia, og hesir vórðu kallaðir galatar. Teir vóru fram úr kringir reiðmenn og góðir jarnsmiðir. Teir gjørdu vakrar skartgripir, sum til dømis gullarmbond og bringuprýði. Teir vóru óræddir og dugnaligir hermenn, og teimum dámdi væl bardaga og veitsluhald; vunnu teir sigur á fíggindanum, hátíðarhildu teir tað og ótu og drukku í fleiri dagar. Teir vóru eisini góðir listamenn, og enn eru mangir lutir til skjals, sum vísa, hvussu góðir metalsmiðir, teir vóru. Teir høvdu einki skriftmál, men løgdu sær søguna í geyma og bóru hana hann fram í kvæðum og frásagnum. Keltar búsettu seg í Gallia og pørtum av Spania, har teir bygdu bygdir og stór, vælvard verndarvirki uppi á heyggjum og høvdum. Keltar bygdu hervirki á heyggjum og høvdum og nýttu tey til ymiskt endamál, til dømis til verndarvirki, at flýggja í ella til goymslur. Nøkur vórðu sera væl gjørd og fullu væl inn í landslagið í Evropa. Keltisk fólk búsettu seg eisini í Stóra Bretlandi. Óskipaðu herdeildir teirra vóru ikki mentar at standa ímóti vælvandu rómversku herdeildunum.
Flestu keltar búðu í bygdum ella á bóndagørðum. Fólk búðu í smáum húsum. Eldstaðurin á miðjum gólvi vermdi, og har gjørdu tey mat og kókaðu vatn. Veggirnar vórðu av flættaðum greinum og leiri. Djórahúðir vórðu hongdar fyri dyrnar at líva fyri gjóstri. Hálmtekja lívdi fyri vindi og regni. Húsfólkið vav klæði, dyrkaði jørðina og gjørdi búnyttur.
Myndasavn
[rætta | rætta wikitekst]-
Hjálmur við hornum. Bronsuhjálmur til prýðis heldur enn bardaga.
-
Vercingetorix var høvdingur hjá arverner-fólkinum í Miðgallia.
-
Saðilsprýði.
-
Klæði varð vovið.