Las Vegas
Las Vegas er ein amerikanskur stórbýur, sum liggur í statinum Nevada. Las Vegas er eisini tann størsti býurin í Nevada. Býurin er kendur fyri tær mongu kasino'ini, og sum tann býurin sum ongantíð svevur. Hann er eisini ein av teimun førandi býunum fyri ráðstevnum og messum. Býurin hevði í 2004, 37 mió. vitjandi.
Las Vegas er eisini kent fyri teirra nógvu brúdleypskapellir. Í Las Vegas er allastaðni alskyns tól, har tú kanst spæla um pengar, og handlar av ymsum slag.
Las Vegas City hevði í 2009 567.641 íbúgvar. Alt Las Vegas økið hevði í 2010 uml. 2.000.000 íbúgvar. Las Vegas er ein av teimum skjótt vaksandi býunum í USA. Í 2005 fluttu umleið 5.000 fólk til býðin hvønn mánað.
Býurin hevur eitt øðiligt elektrisitet brúk, og hervið kann man siga, at Las Vegas er býurin sum ongantíð svevur.
Carolyn Goodman hevur verið borgarstjóri síðan 2011.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Í 1855 komu trúboðarar hjá mormonunum til dalin at umvenda og kristna upprunafólkini. Teir búgva eitt fort nærindis núverandi miðbýnum. Í 1905 opnar jarnbreytastøðin og síðan 19. mars 1931 er tað loyvt at skipa fyri eydnuspæli í býnum.
Álopið á The Strip
[rætta | rætta wikitekst]Ein countrykonsert 1. okt. 2017, ið var hildin á høvuðsgøtuni The Strip, fekk ein brádligan enda. Ein maður hevur staðið við einum automatvápni í einum hotelli, við útsýni yvir konsertina, og skotið eftir lurtarum á konsertini. Talan var um countryfestivalin Route 91 Harvest, sum vardi í tríggjar dagar. Sangarin Jason Aldean var í holt við seinastu konsertina á festivalinum, tá skotini ljóðaðu seint sunnukvøld 1. okt., amerikanska tíð.[1] Kl. 22.08 blivu fyrstu skotini latin av. Skjotingin helt áfram í heili 10-15 minuttir.
“Hann var á 32. hædd á Hotel Mandalay Bay, og har varð maðurin dripin av løgreglufólki,” upplýsir Joseph Lombardo, sheriffur hjá Las Vegas Løgregluni, og hann legði afturat, at gerningsmaðurin ikki verður hildin at hava samband við nakran vápnaðan bólk. Islamiskur Statur (IS) vil vera við, at yvirgangsfelagsskapurin stendur aftanfyri skotblóðbaðið. IS vil vera við, at 64 ára gamli gerningsmaðurin Stephen Paddock hevur verið islamist í nakrar mánaðar. Áður hevur felagsskapurin sagt seg standa aftanfyri álop, sum ikki hava havt nakað samband við IS.[2]
Løgreglan í Las Vegas kom fram til, at skotið var frá 32. hædd úr hotellinum Mandalay Bay. Mandalay Bay liggur í kenda økinum The Strip á Las Vegas Boulevard. Eisini verður sagt, at skotið varð inni í hotellinum. Løgreglan fann gerningsmannin deyðan á hotellkamarinum eftir skottilburðin. Í rúminum hevði hann 23 skotvápn.[3] Gerningsmaðurin er 64 ára gamli Stephen Paddock. Løgreglan vil ikki siga meira um mannin.
Donald Trump hevur hildið røðu fyri amerikanska fólkinum 2. okt. “Vit eru savnað í sorg og skelki”, segði hann millum annað. “Brutalt myrdi hann 50 fólk og særdi fleiri enn hundrað fólk. Hetta var ein gerð í reinum óndskapi,” segði Trump.[4]
Minst 59 persónar eru deyðir og 527 persónar koyrdir skaddir á sjúkrahús eftir skjótingina. Hetta er ikki fyrstu ferð at tílík skjóting er farin fram í Amerika. Tó er hetta tann ógvsuligasta hendingin higartil í amerikanskari søgu.[5]
Ávisingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Almenna heimasíða, lasvegasnevada.gov
- Las Vegas, wikivoyage.org (á enskum)
Coordinates: 36°10′9.12″N 115°08′40.92″W / 36.1692000°N 115.1447000°W
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ https://www.nbcnews.com/storyline/las-vegas-shooting/las-vegas-police-investigating-shooting-mandalay-bay-n806461
- ↑ https://www.nytimes.com/2017/10/02/us/politics/viral-claims-and-rumors-in-the-las-vegas-shooting.html
- ↑ https://www.washingtonpost.com/news/morning-mix/wp/2017/10/02/police-shut-down-part-of-las-vegas-strip-due-to-shooting/?hpid=hp_hp-top-table-main_las-vegas-230am-desktop%3Ahomepage%2Fstory&utm_term=.adbad69179a8
- ↑ https://www.cnbc.com/2017/10/02/trump-las-vegas-shooting-was-an-act-of-pure-evil.html
- ↑ http://www.cnn.com/2017/10/02/us/las-vegas-shooter/index.html