Oscar-virðislønin
Academy Award eisini kent sum Oscar er ein sera týdningarmikil virðisløn, sum amerikanska Academy of Motion Picture Arts and Sciences (AMPAS) letur fyri at heiðra teimum allarbestu persónunum innan filmsídnaðin, íroknað sjónleikarar, filmsleikstjórar og filmsleikrithøvundar.[1] Tað almenna hátíðarhaldið, har virðislønirnar verða handaðar, verður mett at vera ein av teimum týdningarmestu príshandanum í heiminum, og verður víst beinleiðis í sjónvarpinum í meira enn 200 londum kring heimin. Oscar-heiðurslønirnar verða givnar til filmar, ið hava hava stóra ávirkan á fólk, antin við sjónleikarum, leikstjórum, komponistum o.s.fr.
Tað fyrsta Academy Awards-hátíðarhaldið varð hildið hin 16. mai 1929 á Hotel Roosevelt í Hollywood fyri at heiðra teimum allar bestu í filmsárinum 1927/1928.
Bólkar
[rætta | rætta wikitekst]Núverandi bólkar
[rætta | rætta wikitekst]- Besti filmur – Frá 1928
- Besti animasjónsfilmur – Frá 2001
- Besti dokumentarfilmur
- Besti stuttfilmur
- Besti animeraði stuttfilmur – Frá 1931
- Besti dokumentar-stuttfilmur
- Besti fremmandamálsliga filmur – Frá 1947
- Besti leikstjóri – Frá 1928
- Besti sjónleikari í høvuðsleikluti – Frá 1928
- Besta sjónleikarinna í høvuðsleikluti – Frá 1928
- Besti sjónleikari í hjáleikluti – Frá 1936
- Besta sjónleikarinna í hjáleikluti – Frá 1936
- Besta adapteraða handritið (besta filmatisering) – Frá 1928
- Besta upprunahandrit – Frá 1940
- Besti upprunatónleikur
- Besti sangur
- Besta artistiska framleiðsla – Frá 1928
- Besta kinematografi – Frá 1928
- Besta filmsklippið – Frá 1935
- Besta ljóðið
- Besta ljóðklipp – Frá 1963
- Bestu visuellu effektir – Frá 1939
- Beste kostymedesign – Frá 1948
- Besta sminka – Frá 1981
Fyrrverandi bólkar
[rætta | rætta wikitekst]- Besti regiassistent – Frá 1933 til 1937
- Besta kommedian – Bara 1928
- Besti dansur – Frá 1935 til 1937
- Besta litstuttfilmur – Frá 1936 til 1937
- Besti stuttfilmur á tveimum rullum – Frá 1936 til 1956
- Besti stuttfilmur – novelty – Frá 1932 til 1935
- Besta søga – Frá 1928 til 1956
- Besti tittulsekvensur – Bara 1928
- Serstøk og artistisk framleiðsla – Bara 1928
Serligar heiðurslønir
[rætta | rætta wikitekst]- Academy Honorary Award – Frá 1928
- Academy Special Achievement Award
- The Irving G. Thalberg Memorial Award – Frá 1938
- The Jean Hersholt Humanitarian Award
- Gordon E. Sawyer Award
- Academy Juvenile Award (Frá 1934 til 1960)
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "About the Academy Awards". Academy of Motion Picture Arts and Sciences. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann April 7, 2007. https://web.archive.org/web/20070407234926/http://www.oscars.org/aboutacademyawards/index.html. Heintað April 13, 2007.