Jump to content

Palestina

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Gaza og Vestari Áarbakki.

Palestina (hebráiskt: ארץ־ישראל, arábiskt: فلسطين‎) er sunnasti parturin av Sýria. Rómverjar róptu landið Palestina. Palestina er gr. snið av hebr. Peleschet, "Filistaralandið".

Ígjøgnum søguna hevur Palestina havt ein sentralan geostrategiskan týdning, tí økið bindur saman afrikanska, asiatiska og evropeiska kontinentið. Umframt hetta hevur økið havt ein átrúnaðarligan og mentanarligan týdning fyri bæði islam, kristindómin og jødadómin [1]. Av hesum orsøkum hevur økið verið ein vígvøllur við alskyns kríggjum og innrásum ígjøgnum øldirnar og hevur støðugt skift hendur ímillum jødar, persar, grikkar og rómverjar.

Hundrað lond hava viðurkent palestinsku økini sum sjálvstøðugt ríki (í 2011) [2].

Landalæra

[rætta | rætta wikitekst]

Palestina er lítið land. Tað er mest fjallaland, 700 til 1000 m. yvir havinum. Hetta hálendið gongur úr suðri og norðureftir gjøgnum Vesturjordanska landið. Fjøllini eru av kálksteini, sum er ógvuliga moyrur, og vatn lekur ígjøgnum. Har eru mongdir av holum og nógvar keldur. Ísrael er ein partur av tí gamla Palestina [3].

Politikkur

[rætta | rætta wikitekst]

Stórur partur av arábiska fólkinum varð noyddur at fara úr Palestina og mátti liva sum flóttafólk í Jordan og Libanon. Tí er mikil og áhaldandi fíggindaskapur ímillum ísraelsmenn, palestinar og arábisku grannalondini. Ísrael hersetti bæði Eysturjerúsalem og Vestara Áarbakka í 1967, og Eysturjerúsalem er seinni lýstur ísraelskt øki. Altjóða samfelagið og palestinararnir hava fleiri ferðir funnist at Ísrael, tí landið heldur fram við at byggja bústaðir í einum hersettu økjunum [4].

Hamas tók valdið í Gaza í 2007[5]. Teir hava sent rakettir í hópatali inn yvir ísraelskar bygdir og sært og dripið nógvar ísraelar hesi seinastu árini. Í 2008 vóru 3.200 rakettir og spreingivarparar send úr Gaza inn í Ísrael [6]. Ísrael leyp á Gaza í 2008. Vápnaða deildin hjá Hamas segði í januar 2009, at hon misti "einans" 48 mans undir ísraelsku innrásini í Gaza. Ísrael sigur hinvegin, at herurin drap meira enn 500 Hamas-limir í krígnum, sum byrjaði 27. desember í 2008.

Tað er trupult at ferðast hjá teimum, ið búgva í Palestinskum øki. Tey fáa ikki loyvi at ferðast gjøgnum høvuðslufthavnina í Ísrael, Ben Gurion Airport. Ístaðin mugu tey fara til ein flogvøll í Jordan, og so flúgva haðani. Tað tekur teimum vanliga tveir dagar at ferðast frá Betlehem til flogvøllin í Jordan. Tað er eisini sera trupult við loyvum og tekur langa tíð at ferðast millum býir á palestinskum økjum. Næstan 200.000 palestinar í landbúnaðarøkum á Vestara Áarbakka hava onga atgongd til rennandi vatn. Í Gaza er millum 90 og 95 prosent av vatninum dálkað og óegnað til menniskju.

Sameindu Tjóðir

[rætta | rætta wikitekst]

Frøin var stór á Vestara Áarbakka og í Gazageiranum, tá ST-aðalfundurin 29. nov. 2012 samtykti at geva Palestina eygleiðarastøðu í heimsfelagsskapinum [7]. Hóast harða mótstøðu frá serliga USA og Ísrael atkvøddu 138 av teimum 193 limalondunum fyri. Teirra millum vóru eitt nú Noreg, Danmark og Ísland. Samtyktin gevur Palestina eygleiðarastøðu sum ikki-limaland, og tað er sama støða, sum Vatikanríkið hevur. Týskland, Stóra Bretland og Avstralia vóru millum londini, sum ikki atkvøddu. USA, Kanada, Ísrael, Kekkia, Panama, Palau, Nauru, Mikronesiasamveldið og Marshalloyggjar atkvøddu ímóti. Ísraelski ST-sendiharrin, Ron Prosor, segði at samtyktin er eitt afturstig fyri friðartilgongdina í Miðeystri. Tað sama segði amerikanski ST-sendiharrin, Susan Rice.

Ikki allir palestinar eru muslimar. Nakrir eru kristnir (umleið 1,1 - 2,4 % [8]). Hamas hevur ræðið á Palestinskum øki, og teir ynskja heldur at hava islam enn kristindóm [9]. Nógv av teimum kristnu á teimum Palestinsku økjunum hava síðstu árini valt at flyta til onnur lond [10]. Nógv flyta til USA ella lond í Vesturevropa sum Týskland og Svøríki, tí har hava tey tað nógv betri. Tey allarflestu av teimum, ið fara uttanlands at lesa, koma ongantíð aftur til Palestina. Bæði tí tað er trupult hjá teimum at fáa arbeiði, og tí at tey hava tað munandi betri í øðrum londum. Bara umleið 5 % koma aftur. Um 10 til 15 ár vera næstan eingi kristin eftir í Palestina, um henda gongdin heldur fram. Í Gaza eru bara 2.000 kristin av einum fólkatali, ið telur 1,3 millión [11]. Á Vestara Áarbakka eru bara 1,1 % av fólkinum kristin. Og talið minkar [12].

  1. "Archive copy". http://www.enotes.com/history-fact-finder/religion/why-do-jews-christians-muslims-all-claim-palestine. Heintað 2011-03-17. 
  2. United Nations Security Council; United Nations Department of Political and Security Council Affairs (2008). Repertoire of the practice of the Security Council. United Nations Publications. p. 759. http://books.google.com.my/books?id=C0FR2aSR1SoC&source=gbs_navlinks_s[deyð leinkja].
  3. bók a Google Books
  4. Le More, 2008, pp. 27–29.
  5. http://www.usatoday.com/news/world/2007-06-14-gaza_N.htm
  6. http://www.nytimes.com/2009/10/09/world/middleeast/09israel.html?_r=1
  7. http://www.aftenposten.no/nyheter/uriks/Soleklar-FN-seier-for-palestinerne-7058528.html
  8. http://news.bbc.co.uk/2/hi/4514822.stm
  9. http://news.xinhuanet.com/english/2006-04/02/content_4373348.htm
  10. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-07-17. https://web.archive.org/web/20110717014132/http://www.jewishvirtuallibrary.org/jsource/arabs/christianme1.html. Heintað 2011-03-17. 
  11. http://news.bbc.co.uk/2/hi/4514822.stm
  12. http://www.upi.com/News_Photos/gallery/Palestinian-Christians-worship-in-the-West-Bank/4110/
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið