Jump to content

Randers

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
City Hall í Randers.

Esbjerg er ein býur í Eysturjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 71.618 fólk (2014), hetta fólkatalið ger Randers til tann sættstørsta býin í Danmark. Í Eysturjútlandi er Randers næstsstørsti býurin, næst eftir Aarhus. Býurin liggur 39 kilometrar norðanfyri Aarhus við áarmunnan á Gudenå, við landnnyrðings endan á ánni. Samstundis liggur býurin í botninum í Randers Fjord við brøttum bakkum á norðaru síðuni. Heilt frá gamlari tíð hevur Randers verið eitt týdningarmikið ferðsluknútapunkt fyri vegir ið fara norðureftir og suðureftir, ið møttust við Randers, hagani tað fyrr vóru skip ið sigldu út í Randers Fjord. Í dag er ferðasamband við toki til Langå og Hobro frá jarnbreytastøðini í býnum, eins og øll IC-tog ið fara norðureftir støðga her.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið