Romafólkið
Sigoynarar (ella rómanar [1]) eru eitt fólk, sum í nógvum førum verður sætt niður á í Evropa. Sigoynarar hava lívliga mentan, og teimum dámar væl dans og tónleik. Tey koma upprunaliga úr India, og fram til 19. øld vóru tey meir ella minni trælir fyri aðalstættina og kleystrini í Evropa [2]. Tá demokratiið tók dik á seg, sluppu tey leys. Men tey áttu onga jørð og einki land, høvdu onga útbúgving og myrkan húðarlit, so framtíðarútlitini vóru einki serlig. Mannarættindafólk siga, at romakvinnur ofta verða sendar til serligar føðideildir at eiga. Og tá børnini hjá teimum fara í skúla, enda tey ofta í flokki saman við menningartarnaðum børnum. Ein fólkateljing í Rumenia í 2013 vísti, at har búðu 500 000 romafólk. Men summi siga, at rætta talið er nærri tveimum milliónum. Tey, sum sleppa burtur úr fátækradøminum, viðganga sjáldan sínar røtur, og tað ger tað eisini truplari hjá romafólkinum at stríðast móti tí mismuni, teimum er fyri. Í árunum, tá Rumenia samráddist við ES um limaskap, gav rumenska stjórnin lyfti um at gera ætlanir, sum skuldu samansjóða ella integrera romafólkið við restina av rumenska samfelagnum. Í Rumenia eru mong ymisk fólkasløg; fjølmentastir eru rumenar, men har eru eisini sigoynarar, ungarar og týskarar, og við strondina við Svartahav, har ið nú eru mangir frítíðarstaðir, hava turkar og ukreinar búsett seg. Fyrr búði mesta fólkið á bygd og livdi av landbúnaði, men so hvørt ídnaðurin hevur ment seg, eru alt fleiri og fleiri fólk flutt til býirnar at búgva. Nógv fólk í Rumenia liva undir sera vánaligum umstøðum. Rumenia er tað landið í Evropa, sum hevur tað størsta fátækradømi.
Serfrøðingar siga, at romafólkið hevur havt fleiri bakkast seinastu tíðina av ymsum orsøkum. Vinnuvegir, sum fólkið fyrr livdi av, eitt nú at stoypa messinggrýtur og skógva ross, eru ikki eftirspurdir longur. Og nýggjar evropeiskar reglur um sølu av livandi kríatúri, sum romafólkið fyrr gjørdi nógv av, hava gjørt tað truplari hjá teimum at fylgja við, tí tey megna ikki at taka sær av øllum pappírsarbeiðnum, sum nú fylgir við hesi vinnuni. Og sjálv sigoynaramentanin hevur heldur ikki gagnað romafólkinum, siga serfrøðingar [3]. Hetta er eitt klikut, sera patriarkalskt samfelag, har fólk verða noydd til at gifta seg á ungum aldri, og virðingin fyri útbúgving hevur ongantíð verið stór. Romafólkini, sum í flestu førum ikki hava útbúgving og bert fáar arbeiðsroyndir, hava fyri tað mesta fingið eina vánaliga móttøku í Vesturevropa. Summi hava funnið okkurt fyrifallandi arbeiði, eitt nú at savna gamalt jarn ella mála hús. Men onnur hava skrivað seg upp til almannaveitingar ella bidda á gøtuni og stjala úr handlum. Tey hava sett kósina vestur eftir til tey ríkaru ES-londini, og nú hava tey eisini íbirt eitt kjak í Evropa um, hvussu opin tey ”opnu ES-landamørkini” í veruleikanum eru.