Rudyard Kipling
Appearance
Joseph Rudyard Kipling (føddur 30. desember 1865 í Bombay, India, deyður 18. januar 1936 í London, Ongland) var ein enskur rithøvundur og skald.
Kipling er m.a. kendur fyri barnabókina The Jungle Book frá 1894. Bók hansara Stalky & Co snýr seg um lívið á enskum kostskúlum, sæð frá sjónarhorninum hjá einum drongi. Kipling er eisini kendur fyri sínar yrkingar og onnur verk. Stórstu verk hansara eru Gunga Din, If, Kim 1901 og The White Man's Burden. Hann hevur skrivað nógvar stuttsøgur, m.a. "The Man Who Would Be King" (1888).[1]
Í 1907 fekk hann nobelvirðislønina í bókmentum
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "The Man who would be King". Notur um tekstin eftir John McGivering. kiplingsociety.co.uk