Jump to content

Saltonvatn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Saltonvatn (enskt: Salton Sea) er eitt vatn har suðuri í Kalifornia í USA, ikki so langt frá Palm Springs. Økið var kent sum Rivieran í Kalifornia, men verður í dag mett sum ein av ringastu umhvørvisvanlukkunum í USA. Ein stinkandi, saltur støðuhylur, sum hvørt ár er fullur av deyðum fiski og fugli. Vatnið kom í av óvart í 1905 í sambandi við at vatnveiting varð gjørd til landbúnaðin, og í 1950-árunum sveimaðu tey ungu og vøkru um vatnið Salton Sea. Men so komu melduródnir og vatnflóðir, sum gjørdu av við lívið í vatninum, og nú heldur ongin nógv um tað. Onkur roynir tó enn at fáa lív í aftur.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið