Slættibøka
Appearance
Slættibøka | ||||||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Slættibøka við hvølpi
Stødd samanborin við miðalmenniskja
| ||||||||||||||||||
Frøðilig flokking | ||||||||||||||||||
|
Slættibøka, stundum stavað slættubøka, er ein barduhvalur, og hevur 200-270 grábrúnar-svartar bardur. Tær kunnu verða upp í 3 m langar hvørjumegin í yvirkjaftinum. Slættibøka er ein stórur, dimmur og kýpin hvalur. Hon verður upp í 20 metrar long og vigar 70 tons fullvaksin. Vanligt er, at nógv gjar veksur á slættibøku, meðan gjar ikki er á grønlandsslættibøku.[1]
Hóttur stovnur
[rætta | rætta wikitekst]Hóast hon hevur verið friðað síðan 1972, er sættibøkan er eitt álvarsliga hótt djóraslag. Frá tí at 10-túsundtals slættibøkur vóru í Norðuratlantshavi fyri 200 árum síðan, er stovnurin komin niður á bert 409 dýr íalt, og av teimum eru bert 100 kvennhvalir eftir í burðaraldri.[2]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Dorete Bloch og Edward Fuglø, Villini súgdjór í Útnorði, Føroya Skúlabókagrunnur, í samstarvi við Føroya Náttúrgripasavn, Tórshavn 1999
- ↑ https://r7.fo/news/27347/god-og-ring-tidindi-um-storhvalaslogini-slaettiboku-og-roydur