Jump to content

T-kykna

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Mynd:T-kykna.jpg
Drepara T-kykna

Ein T-kykna er eitt slag av hvítum blóðkyknum og sostatt ein partur av immunskipanini. T-kyknur verða framleiddar í beinmerginum, men búnaðar í thymus (hálseitlinum), haðani heitið stavar.

T-kyknur kunnu kennast frá B-kyknum við at tær hava ein ávísan reseptor á yvirflatuni, T-kyknu-reseptorin (TCR = T Cell Receptor).

T-kyknur kunnu býtast í:

  • Hjálpi-t-kyknur (TH1, TH2) senda signalir og stimbra harvið immunskipanina. Tær hava proteinið CD4 á yvirflatuni. Hesar kyknur eru álopsmálið hjá HIV-virusinum.
  • Drepara-t-kyknur (TC) drepa virussmittaðar kyknur. Tær hava proteinið CD8 á yvirflatuni.


  • Michael T. Madigan, John M. Martinko, Brock Biology of Microorganisms, 11th Edition, 2006, Pearson Prentice Hall.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið