Wikipedia:Mánaðargreinin/september 2023
Hiram King Williams, Sr., betri kendur sum Hank Williams (føddur 17. september 1923 í Alabama, deyður 1. januar 1953 í West Virginia) var ein amerikanskur countrysangari og sangskrivari. Hann verður mettur at vera ein av teimum týdningarmiklastu og ein av teimum ið hava havt størstu ávirkanina á aðrir tónleikarar í 20. øld. Williams upptók 35 stakløg (fimm útgivin eftir deyða hansara) sum komu á Topp-10 bestseljaralistan hjá Billboard Country & Western Best Sellers chart, av hesum vóru 11 nummar eitt.
Hann er ein av teimum týdningarmestu tónleikarunum innan tað slagi av country ið nevnist honky-tonk og nakrir av kendastu sangum hansara eru "Honky Tonk Blues", "Your Cheatin' Heart", "Hey, Good Lookin'", "Jambalaya (On the Bayou)" og "You Win Again" og "I'm So Lonesome I Could Cry".
Hann er faðir Jett Williams og Hank Williams Jr. og abbi Hank Williams III.
Lívsleið
Hank Williams er av enskum-amerikonskum uppruna. Hann vaks upp í fátækradømi við einum pápa, ið var krígsveteranur frá 1. heimskríggi| og orsakað av krígsskaðum ofta var innlagdur á sjúkrahúsi. Hansara tónlistarliga bakgrund var oldtime-tónleikurin og blues-tónleikurin hjá afroamerikanarunum, ið hann hoyrdi gøtutónleikarar framføra alla staðni. Tað sigst, at hann gjørdist góður vinur við ein av teimum, Rufus Payne, ið eisini nevndist Tee-Tot, og hvørs ávirkan hevur gjørt tónleikin hjá Hank nokk so blues kendan. Hann skrivaði ofta um ólukkuligan kærleika.
Hank flutti til Montgomery, har hansara tónlistarliga lívsleið byrjaði í 1937, tá ið framleiðarar á WSFA útvarpsstøðini settu hann í starv sum vertur fyri einari 15-minuttir langari sending. Í 1938 stovnaði hann backup orkestrið Drifting Cowboys í 1938. Móðir hansara var manager hjá orkestrinum.