Høgguslokkar
Høgguslokkar | ||||||
---|---|---|---|---|---|---|
Vísindaflokking | ||||||
|
Høgguslokkar (frøðiheiti - Cephalopoda) hava altíð hugtikið menniskjur. Fólk hildu teir vera álíkar sjóskrímslum. Høgguslokkar hava onga beinagrind og eru størstir og gløggastir av ryggleysu dýrunum. Sjónin er góð, og heilin stórur, og kanningar vísa, at teir læra av royndum. Høgguslokkar eru sera virknir og eru knappir. Teir eru lindýr, og í ætt við skeljadýr og kúvingar. Tó hava teir onga skel uttan, men summir tíggjuermdir høgguslokkar hava súgskálir á ørmunum og brúka tær, tá ið teir taka fong ella ganga eftir botni. Tíggjuermdir høgguslokkar hava átta armar og tveir langar tøkuarmar, sum kunnu rullast saman og strekkjast út. Teir taka fong ella halda honum við tøkuørmunum og stýra við hinum ørmunum, tá ið teir svimja.
Stórir høgguslokkar eru meira enn 9 metrar langir. Høgguslokkur sprænir sjógv út gjøgnum ein tút og fer við fúkandi ferð aftureftir. Áttaermdi høgguslokkurin liggur um dagin á botni í holum og rivum. Um náttina tekur hann krabbar, skeljadýr og smáfiskar. Kjafturin er harður og líkist nevi. Í kjaftinum er rívitunga. Við hvørt fæst fitt av høgguslokki á summum firðum í Føroyum. Hann er gott agn, og grindahvalur etur hann. Í øðrum londum verður hann brúktur til matna.