Merkið
Merkið er føroyska flaggið. Merkið, tann 25. apríl 1940 varð viðurkent sum tjóðarmerki føroyinga av bretska hersetingarvaldinum. Flaggið er ein týðandi partur av tí føroyska samleikanum. Ítróttafólk bera við stoltleika Merkið á bringuni, tá ið tey umboða Føroyar. Merkið verður vundið á stong, tá ið føroysk skip koma í fremmanda havn. Og undir krígnum, tá ið okkara sjófólk sigldu vandasjógvar, veittraði Merkið í mastrartoppinum. Tann hvíti dúkurin við reyða krossinum og bláu rondini minnir okkum á søgu og mentan okkara. Samstundis er Merkið okkara tjóðarbúmerki, og hevur tí ein týðandi leiklut í bæði okkara samleika og samfelagi.
Fleiri tykkara minnast tíðina áðrenn Merkið varð viðurkent. Og tit minnast tað stríð, ið skuldi til, áðrenn føroyingar kundu savnast um Merkið. Eftir 21 ára stríð og harða mótstøðu móti tí, bæði úr Danmark og innanhýsis í Føroyum, varð Merkið viðurkent sum tjóðarmerki føroyinga í bardagaárunum.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Eins og alt annað, so hevur eisini føroyska Merkið sína søgu. Merkið varð á fyrsta sinni borið fram av føroysku studentunum Emil Joensen,Jens Olivur Lisberg, Janusi Øssurssyni og Paula Dahl í Keypmannahavn longu í juni 1919, og longu tíðliga í 1920-árunum vóru fólk farin at flagga við tí. Hetta vant rættiliga upp á seg eftir 1930, men loyvt var tað ikki, og eitt flaggstríð tók seg upp í Løgtinginum og millum føroyingar og donsku myndugleikarnar. Tað vóru serliga sjómenninir, ið førdu hetta stríð. Longu 9. apríl 1940, sama dag sum Danmark varð hersett av Týsklandi undir seinna heimsbardaga, byrjaði sluppin Eysturoyggin at flagga við Merkinum. Hetta tí at danska flaggið ikki kundi brúkast, meðan Danmark var hersett av Týsklandi. Boðini frá bretska hersetingarvaldinum 25. apríl 1940 vóru fyrsta almenna viðurkenningin av, at føroyingar høvdu sítt egna tjóðarmerki. Nú kundu føroyskir sjómenn sigla øll heimsins høv undir egnum tjóðareyðkenni.
Seinnapartin 13. apríl 1940 komu tveir vápnaðir trolarar og krússarin Suffolk á Havnarvág og eitt herlið frá Royal Marines var sett á land. Bretska hersetanin av Føroyum var byrjað. Føroyingar tóku móti bretsku herdeildunum sum vinir, og viðurskiftini við hersetingarvaldið vóru yvirhøvur góð tey 5 krígsárini. Løgtingið mótmælti tó bretsku hersetingini av Føroyum, men mótmælið var bara ímyndarligt.
Á føroyskum leiðum sigldu nógvir týskir kavbátar og frá støðum í Noregi sveimaðu nógv týsk bumbuflogfør, ið gjørdu álop á skipafylgi hjá teimum sameindu vesturi í havi. Hugsast kundi, at rættiligt kríggj kom at standa í Norðuratlantshavi. Tí høvdu Føroyar stóran hermálsligan týdning. Bretar bygdu flogvøll við hangari og flogstøð til vatnflogfør, settu loftverjukanónir og aðrar kanónir upp víða hvar og minuløgdu firðirnar.
Havið um Føroyar gjørdist sera vandamikið, men føroyingar, ið eru bundnir at havinum, høvdu einki annað í at velja enn at halda fram við at sigla. Trot var á fiski í Bretlandi, og føroysk fiskiskip tóku upp eina lønandi sigling við ísfiski úr Íslandi á bretska marknaðin. Bretska hersetingarvaldið kravdi nú, at øll føroysk skip skuldu flagga við føroyskum flaggi og at føroyskt flagg og orðini Faroes og Føroyar skuldu verða málað á skipsíðurnar.
Kríggið var Føroyum dýrt. Skip, ið fiskaðu ella sigldu við fiski til bretskar havnarbýir, vórðu minusprongd, torpederað ella søkt av kavbátum, onnur vórðu álopin av flogførum, ið kastaðu bumbur og skutu við maskinbyrsum. 1/3 av føroyska fiskiflotanum fór til havsins botn og 150 mans í bestu árum doyði. Hetta var meira enn ½ av fólkinum. Síðan 1947 hevur 25. apríl verið hildin sum føroyskur flaggdagur. Tá hava skúlabørnini frí og flaggdagshald er víða hvar um bygdir og býir. Sum vera man leita tankarnir tá til teirra, ið fullu í krígnum. Í sambandi við, at heimastýri varð sett á stovn í 1948, var Merkið endiliga viðurkent av donskum myndugleikum sum tjóðarflagg føroyinga.
Úr Løgtingslóg um flaggið
[rætta | rætta wikitekst]- Føroya flagg er hvítt krossmerki. Krossurin er fagurreyður (PMS 032) og azurblárandaður (PMS 300). Reyði liturin er 1/8 av flaggsins breidd og bláu rendurnar 1/2 av reyða litinum. Teir hvítu teigarnir eru ferhyrndir. Teir næst stongini javnliðaðir, men hinir tvær ferðir so langir. Munurin millum breidd og longd flaggsins er sum 8-11.
Sjá, tú blánar
[rætta | rætta wikitekst]Sjá, tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð,
men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð.
Har tú veittrar á báru, fjalli, bergi og ong,
syngur tjóðin tær glaðasta song.
Um enn nær ella fjart
ert tú sál míni kært,
sum tú fedrunum vart;
tí tú glógvar so bjart
sum tú sóleyga bart
gjøgnum náttmyrkrið svart,
blátt sum loftið, sum brimbrotið skært.
Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt,
tað ber kvøðu frá landi mínum fagurt og frítt;
og eg kenni meg orna gjøgnum mønu og merg,
síggi brim randa strendur og berg,
hoyri vetrarins brot
boða summarsins lot,
hoyri heystmyrka lag,
boða várljósan dag.
Fylkjast rað vit í rað,
kenna hjørtuni tað:
vit við tær stevna stinnir avstað.
- Orð: Hans Andrias Djurhuus, 1920
- Lag: Gunnar Mikkelsen
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]